Fakfelagssamstarvið: Pensjónsaldurin skal ikki hækka

– Loysnin liggur í fráfaringaraldrinum siga fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum, sum ikki taka undir við lógaruppskotinum hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin

Yvirlýsing frá Fakfelagssamstarvinum:

 

Vit hoyra javnan um, at politikarar ynskja at hækka pensjónsaldurin. Hetta verður ofta grundgivið við, at vit liva longri, og at fleiri eldri borgarar skapa eina størri fíggjarliga byrðu. Men at hækka pensjónsaldurin er ikki rætta loysnin – tvørturímóti kann tað skapa ójavna og óneyðuga strongd hjá nógvum borgarum, sum hava arbeitt hart alt sítt lív.

 

Ein ósjálvsøgd byrða

Fyri nógvar løntakarar, serliga tey í kropsliga og sálarliga krevjandi størvum, er núverandi pensjónsaldur ein avbjóðing. Teirra arbeiðslív er ofta byrjað í ungum aldri og í fleiri førum hava tey havt eitt arbeiði í nógv ár, sum slítur bæði kropp og sál. At krevja, at hesi skulu arbeiða enn longri, er ikki rættvíst.

At hækka pensjónsaldurin kann føra til, at fólk verða noydd at gevast í arbeiðslívinum við strongd ella sjúku heldur enn við virðing.

 

Fráfaringaraldur sum loysn

Heldur enn at hækka pensjónsaldurin kann skipanin við fráfaringaraldrinum endurskoðast. Tað skal verða møguligt hjá fólki, sum hava orku og vilja at arbeiða longri, um tey ynskja tað. Hetta gerst við at skapa betri arbeiðsumstøður og við at gera tað meira lokkandi at vera verandi í arbeiðslívinum.

Við at geva fólki frælsi til sjálvi at taka avgerð um, nær tey fara frá, kunnu vit bæði minka um trýstið á pensjónsskipanina og tryggja, at fólk, sum kenna seg før fyri tað, framhaldandi kunnu arbeiða.

 

Ein moralsk og fíggjarlig ábyrgd

Vit hava eina moralska skyldu at virða tey, ið hava bygt okkara samfelag. Heldur enn at hækka pensjónsaldurin, eiga vit at styrkja arbeiðsumstøður og stuðulsskipanir, so fólk fáa møguleika at arbeiða longri, men bara um tey ynskja tað.

Henda loysnin er ikki bara meira rættvís – hon er eisini fíggjarliga skilagóð. Við at fáa fleiri fólk til at arbeiða longri eftir egnum ynski, kunnu vit minka um trýstið á pensjónsskipanina og samstundis tryggja eina meira javna skipan fyri øll.

Eitt trípartasamstarv

Fyri at eggja fólki til at vera longri á arbeiðsmarknaðinum er neyðugt við einum munagóðum eldrapolitikki á arbeiðsmarknaðinum, og at verandi politikkur verður endurskoðaður.

Vit í Fakfelagssamstarvinum eru fús at vera við til at skapa karmar, sum bæði eggja okkara limum og gera tey før fyri at megna at vera longri á arbeiðsmarknaðinum. Vit mæla tí til eitt trípartasamstarv um hetta, og at fakfeløg, politiska skipanin og Føroya Arbeiðsgevarafelag seta seg saman fyri at koma ásamt um ein munagóðan eldrapolitikk fyri okkara arbeiðsmarknað.

 

##med2##

Á Toftum 24. januar, 2025

Við fakfelagskvøðu

 

Fakfelagssamstarvið