Ísrael heitti í dag á palestinar í Gaza um at fara úr økinum kring Deir al-Balah.
Tað upplýsir talsmaðurin hjá ísraelska herinum, Avichay Adraee, á sosiala miðlinum X.
Herurin fer skjótt at víðka um virksemið í økinum, stendur í fráboðanini.
Sambært ST eru flestu av teimum meira enn tveimum milliónum íbúgvunum í Gaza minst eina ferð fluttir úr húsum sínum í krígnum, sum hevur vart í meira enn eitt hálvt ár.
Nógv búgva nú í tjaldlegum ymsastaðni í Gazageiranum.
Deir al-Balah liggur mitt í Gazageiranum.
Heitt verður á íbúgvarnar um at fara úr býnum og í staðin fara suðureftir móti Al-Mawasi. Økið er vestan fyri Khan Yunis.
Talsmaðurin Avichay Adraee greiddi ikki nærri frá, hvat fer at henda í Deir al-Balah. Hann skrivaði tó, at herurin fer at virka í einum øki, har tað ikki hevur virkað áður.
Í januar segði ST-stovnurin OCHA, sum samskipar menniskjalig átøk, at meira enn 80 prosent av Gazageiranum vóru undir rýmingarboðum úr Ísrael.
Undir krígnum hevur landið framt loftálop í stórum pørtum av Gaza, sum er á leið á stødd við Streymoy.
Í dag upplýsti borgaraverjan í Gaza, at ísraelsk álop í nátt í Gazabýnum og í sunnara parti av Gaza høvdu dripið sjey fólk.
Samstundis boðaði borgaraverjan frá, at 57 palestinar doyðu í dag, meðan teir bíðaðu eftir neyðhjálp í norðara parti av Gaza.
Vitni siga, at ísraelskir hermenn lótu skot av móti eini mannamúgvu. Ísraelski herurin hevur ikki gjørt viðmerkingar til upplýsingarnar.
Í Ísrael elvir víðað álop til stúran hjá familjunum hjá gíslum, sum hernaðarliga Hamas-rørslan í Gaza heldur fangar.
Í tíðindaskrivi frá einum bólki, sum umboðar familjurnar, biðja tey ísraelsku myndugleikarnar greiða frá, hvat víðkaða álopið snýr seg um.
Tey krevja eisini svar uppá, hvussu herurin ætlar at tryggja, at álopið ikki fær avleiðingar fyri gíslarnar.
Sendinevndir úr Ísrael og Hamas hava seinastu tvær vikurnar verið í óbeinleiðis samráðingum um eina møguliga vápnahvíld í 60 dagar og eina avtalu um at lata 10 gíslar leysar, sum enn eru á lívi.
/Ritzau/AFP