Líggjas Joensen úr svimjifelagnum Ægir er ársins stjørnuskot.
Tað var fyrrverandi landsliðsleikarin og núverandi kyndilsleikarin, Turið Arge Samuelsen sum handaði Líggjas Joensen heiðurin í Løkshøll í Runavík.
Líggjas Joensen er fluttur til Aalborg í Danmark fyri at kunna mennast enn meira sum elitusvimjari.
Petur Heðin á Fløtti, svimjivenjari helt fyri í stuttari samrøðu í KVF, at framtíðin hjá Líggjasi sær bjørt út.
Hini bæði sum vóru innstillaði til heiðurin vóru Maria Pálsdóttir Nólsoy, landsliðsleikari í hondbólti, ið nú spælir við Horsens í bestu donsku hondbóltsdeildini, og Mia Højgaard úr Havnar Fimleikafelagi, ið gjørdist danmarksmeistari í fjør.