Jeg blívi skÍrdur fyri at renna ørindi fyri at verja verandi arbeiðspláss á Tvøroyri. Tað tykist at koma frá bæði uppstillaðum og øðrum fólkum við.
Harumframt siga hesi, at ein atkvøða fyri mær, er ein atkvøða fyri tí “sama”.
Jeg vil geva teimum partvíst rætt, tí tað er ein sannroynd at jeg renni ørindi; MEN tað er fyri Tvøroyri jeg renni ørindir! Og veljarar á Tvøroyri vita akkurát, hvat ið teir fáa, um teir atkvøða fyri Bjarna Hammer! Teir fáa tann SAMA mannin, sum áhaldandi berjist fyri hvørjum tí einasta arbeiðsplássinum í kommununi! Sum berjist fyri øllum sum verjir og mennir Tvøroyri. ONGIN ivi skal vera um tað!
Tað er líkamikið hvussu stór forðingin er ella hvussu stór mótstøðan er, so vil jeg framhaldandi stríðast fyri framburðinum á Tvøroyri.
Jeg sleit mínar barnaskógvar á Tvøroyri og jeg brúki eisini mítt vaksna lív á Tvøroyri. Nøkur av hesum, ið skíra meg fyri bæði eitt og annað, hava ikki røtur á Tvøroyri. Hví hesi hava sæð seg ill inn á mjeg, veit jeg ikki, men tað skal eingin ivi vera um, at jeg havi altíð verið tvøramaður við stóra T og tvøramaður fari jeg altíð at vera.
At jeg ikki eri samdur við teimum, sum ikki ynskja fleiri útbyggingar á havnalagnum soleiðis at góða gongdin í vinnulívinum har skal halda áfram, er eingin loyna. Jeg fari ikki at stuðla upp undir at størsta arbeiðsplássið í oynni ikki sleppur at menna seg. Hetta til frama fyri okkum øll, sum búgva her. Tað fari jeg ongantíð, at taka undir við! Tí stórur partur av kommunuinntøkunum stava frá virkjunum á havnalagnum og avleiddum vinnum av hesum.
Tað er skjótt at gloyma, men okur, sum hava búð her á staðnum og altíð hava stríðst ímóti geografisku avbjóðingunum og samstundis hava megnað at hildið stand, okur minnast væl tey tíðarskeið, tá støðan ikki var í nær námind so góð, sum hon er nú.
Okur hava hildið fast, hildið á og hildið saman um at menna Tvøroyri. Hóast umstøður og fortreytir als ikki hava verið tær somu, sum nógva aðrastaðni í landfasta økinum.
Okur hava strítt okkum ígjøgnum eina ørgrynnu av avbjóðingum og hava megnað at gjørt Tvøroyri til ein kraftmiðdepil í Suðuroynni og annars ment Tvøroyri á nærum øllum økjum.
Hetta samstundis sum okur hava lækka skattin og hækkað barnafrádráttin.
Men okur eru ikki komin á mál enn og tað koma okur ongantíð. Tí Tvøroyri og tvørafólk vilja flyta seg framá, allatíðina!
Tvøroyri er grundað á nýskapan og dirvi. Tað var her, ið fiskivinnuævintýrið blómaði allarfagrast – tá fólk tordu at taka tøk og bróta upp úr nýggjum..
Jeg fari ongantíð at mótarbeiða framburði í heimbýnum – ongantíð!
Vinnuloysi aftur ímóti skapar sosialan ójavnað, klassamun og afturgongd. Arbeiði til allar hendur skapar framgongd.
Lat okum renna ørindir fyri Tvøroyri!
Lat okum standa saman um Tvøroyri!
Lat okkum fáa tvørafólk við í menningina!
Bjarni Hammer
Býráðsvalevni á Tvøroyri. List C