Javnaðarflokkurin hevur landsstevnu í dag

Gestarøðari er íslendska forsætisráðfrúan Kristrún Frostadóttir

 

Í dag heldur Javnaðarflokkurin landsstevnu við Tjarnir. Til ber at fylgja við beinleiðis á heimasíðuni hjá flokkinum www.j.fo, har leinkja verður til beinleiðis stroyming frá stevnuni.

Landsstevnan byrjaði kl. 9 í morgun. Klokkan 9.15 ber danski ráðharrin, Kaare Dybvad, fram gestarøðu. Síðani fær íslendski stjórnarleiðarin, Kristrún Frostadóttir orðið. Kristrún er eisini forkvinna í íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini. 

Klokkan 13 leggur Aksel V. Johannesen fram formansfrágreiðing. 

Les meira um skránna heimasíðuni hjá Javnaðarflokkinum.