Javnaðarpolitikkur á Vaglið

Javnaðarflokkurin er til fyri at skapa eitt liviligt samfelag fyri øll. Har vælferðarsamfelagið tekur hond um okkum menniskju.

Eg stilli upp, tí eg haldi at vit hava tørv á at raðfesta øðrvísi. Kjarnin í javnaðarpolitikki eru vælfungerandi almennar tænastur, so sum dagstovnar, eldraøkið, serøkið og so framvegis. Tað eigur at vera okkara fremsta mál. Vit mugu hava eina greiða visjón fyri bleytu virðini.

 

Alt bendir á, at Javnaðarflokkurin aftur kemur í samgongu í Tórshavnar býráði. Verði eg vald, fari eg at leggja dent á kjanuna í javnaðarstevnuskránni.

 

Eg havi royndirnar, visjónirnar og drivið. Og Tórshavnar Kommuna hevur tørv á javnaðarpolitikki.

 

 

 

Barbara Gaardlykke Apol

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin til Tórshavnar Býráð