Sermitsiaq veit í morgun at siga, at flogfarið við teimum báðum væntandi fór úr USA stundisliga í morgun, og sambært Ritzau fara tey heimaftur seinni í dag.
Pituffik Space Base er Thule-støðin, sum er amerikanska herstøðin í Grønlandi.
Vitjanin kemur í lag eina viku eftir, at Grønland hevur fingið stórt altjóða uppmerksemi og eisini hevur verið undir stórum diplomatiskum trýsti úr USA.
Sermitsiaq vísir eisini á, at vitjanin kemur í lag, samstundis sum roynt hevur verið at skipað nýggja stjórn í Grønlandi eftir landstingsvalið herfyri.
Virkandi grønlenski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, er farin so langt sum at siga, at tann tíðin er farin, tá Grønland hevði álit á USA.
- Tíðin er farin, og vit noyðast at ásanna, at nýggja amerikanska leiðslan er púrasta líka glað um, hvat londini áður hava staðið saman um.
Landsstýrisformaðurin hevur sagt, at tað einasta, sum nú vísir seg at hava týdning fyri amerikanska forsetan, er at leggja Grønland undir USA.
- Vit hava roynt allar diplomatiskar og demokratiskar møguleikar, men einki rínur við hjá amerikanska forsetanum og hansara umsiting, sigur Múte B. Egede.
Sermitsiaq vísir annars til Ritzau og aðrar miðlar, sum siga, at amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz, og amerikanski orkumálaráðharrin, Chris Wright, verða við á ferðini til Grønlands.