Fýra flokkar vera við í landsstýrissamgonguni, Demokraatit, Inuit Ataqatigiit, Siumut og Atassut. Bara Naleraq er ikki við.
Tað skrivar hann á Facebook.
– Eg eri nú klárur at kunngera samgonguna, sum eg skal standa á odda fyri. Tað er ein uppgáva, sum eg taki í størsta álvara, sigur hann.
– Vit liva í eini tíð, har nógv droyma um broytingar. Um framburð. Um størri sjálvstýri. Hetta eru dreymar, sum eg skilji og og taki undir við. Tí meti eg eisini, at tað týdningarmesta er at skapa tryggleika. Trygdin og tryggleikin hjá fólkinum skal ganga fram um alt annað, sigur hann og heldur fram:
– Tryggleiki í gerandisdegnum. Álit á avgerðum. Álit á leiðslu. Tí hevur tað verið mín ætlan at savna eina breiða og trygga samgongu. Eina samgongu, sum raðfestir ró og umhugsni fram um spontanitet og skjótleika. Ein samgonga, sum raðfestir burðardygg úrslit.
Tað krevur samstarv. Tað krevur viljan at lurta. Og tað krevur, at vit, sum politiskir leiðarar, eru í eygnahædd við tað stolta fólkið, sum vit hava heiðurin at umboða.
Eg vil fegin vera ein inkluderandi leiðari. Ein leiðari, sum samskiftir opið og erliga. Ein leiðari, sum ikki tekur avgerðir fyri afturlatnum hurðum, men sum søkir samskifti og stuðul frá tykkum - grønlendska fólkinum.
Eg fari altíð at seta trygdina hjá fólkinum í hásæti. Vit mugu hava tamarhald á tí nærmasta, áðrenn vit droyma um tað fjarasta. Og tá vit í felag skulu taka støðu til teir stóru spurningarnar um okkara framtíð, skal tað gerast við opinleika, ábyrgd og virðing.
Vit fara nú inn í eitt nýtt skeið. Róliga. Við støðufesti. Við sjálvsáliti. Og við einum felags máli: At byggja grundarlagið undir einum landi, har vit kunnu liva trygt, taka lut í avgerðum og trúgva uppá framtíðina.
Demokraatit og eg gleða okkum at byrja arbeiðið saman við samgonguflokkunum Inuit Ataqatigiit, Siumut og Atassut. Og ikki minst saman við tykkum, sigur nýggi landsstýrisformaðurin í Grønlandi, Jens-Frederik Nielsen.