Um hálgvum sjeytíðina í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Leirvík. Ein bilur koyrdu út, har hann hevði víkiskyldu, og bar við ein annan bil. Men síðani koyrdi hann bara víðari. Tann ákoyrdi koyrdi aftaná fyri at fáa nummarplátuna á bilinum og meldaði. Løgreglan fekk fatur á bilføraranum, sum er skuldsettur fyri at rýma frá óhappi.
Talan var tó ikki um rúsdrekkakoyring, men stoyturin var so mikið ógvusligur, at hann má hava varnast stoytin, sigur vaktleiðarin á politistøðini.