Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby greiddu sín setning við at vinna seg í endaspælið í bestu svensku hondbóltsdeildini, og harvið røkka fjórðingsfinalunum.
Tað var givið undan fjórðingsfinalunum, at tað fór at vera torført hjá Hallby móti meistaraskapsfavorittunum úr Ystad. Og í triðu fjórðingsfinaluni í Ystad var tað sjón fyri søgn.
Ystad vann greitt 38-28 á Hallby tíðliga seinnapartin í dag. Í steðginum var frammanfyri 17-15 í steðginum. Ystad vann sostatt fjórðingsfinaluuppgerðina 3-0, og fer víðari til hálvfinalurnar.
Rói skoraði fýra mál í seinasta dystinum fyri Hallby í hesum kappingarárinum.
Í annaðkvøld spæla Óli Mittún, Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof triðu fjórðingsfinaluna á útivølli móti Karlskrona. Støðan í fjórðingsfinaluuppgerðini er javnleikur 1-1. Spælt verður best av fimm dystum.