Løgmansstjórin: Fíggingarleisturin er meira enn bara eitt roknistykki

Landsbankin og Búskaparráðið hava seinastu dagarnar ákært Løgmansskrivstovuna fyri at ”pella”.

Sagt verður, at ”í fíggingarleistinum verður sett upp eitt roknistykki um, hvussu ein Suðuroyartunnil ávirkar fíggjarlógina samanborið við verandi farleið við Smyril.” 

 

Løgmansskrivstovan hevur ikki gjørt og framlagt eitt roknistykki. 

 

Løgmansskrivstovan hevur staðið fyri arbeiðinum at fyrireika eitt skjal, sum lýsir ávirkanina á fíggjarlógina av at fremja verkætlanina at gera ein Suðuroyartunnil við tilhoyrandi vega- og tunnilskervum. Í skjalinum er tikið atlit til ymiskar kostnaðir, rentustig, kapitalinnskot og so framvegis.

 

Landsbankin førir tó fram, at:

 

"Roknistykkið vísir ein miðalkostnað á 146 mió. kr. um árið fyri Smyril frá 2035 og 30 ár fram. Fíggjarmálaráðið, sum er myndugleikin á økinum tá tað kemur til fíggjarlóg, vísir tó á í sínum hoyringssvari, at rætti kostnaðurin við somu fortreytum, sum eru settar upp fyri hetta roknistykki, er 130 mió. kr.” 

 

Landsbankin hevur rætt í, at roknistykkið við 146 mió. kr. fyri Smyril er sett upp í fíggingarleistinum. 

 

##med2##

 

##med3##

 

Felags fyri hesi tølini er, at tey skulu geva innlit í og fatan av verkætlanini í einum fíggjarligum høpi. Tað stendur týðiliga í innganginum til fíggingarleistin, at: 

 

Endamálið við fíggingarleistinum er ikki at gera eitt tilmæli til ella frámæli frá, um verkætlanin skal fremjast ella ikki. 

 

Somuleiðis stendur á fyrstu síðu í fíggingarleistinum, at Landsbankin  ikki  metir,  at  fíggingarleisturin, sum  fyriliggur,  er  eitt  nøktandi  grundarlag  fyri  at  taka  avgerð  um  at  gera  ein  Suðuroyartunnil.

 

Tí vil Løgmansskrivstovan afturvísa ákærunum um, at mann tilvitað hevur “pellað” fyri sær sjálvum og borgarunum í Føroyum. Øll neyðug fyrivarni eru greitt nevnd í fíggingarleistinum.

 

Tað er eisini ført fram, at fíggingarleisturin tekur støði í tølum, sum Løgmansskrivstovan sjálv hevur funnið uppá. Hetta er ikki rætt. Tølini í fíggingarleistinum eru útvegað frá viðkomandi fakmyndugleikum:  

 

  • Kostnaðarmeting er frá Norconsult grundað á forprojektið 
  • Rakstrar- og viðlíkahaldskostnaður er frá P/F Suðuroyartunlinum (grundað á kostnaðin fyri hinar undirsjóvartunlarnar) 
  • Kostnaður (íløgur, viðlíkahald og rakstur) av Smyrli er frá SSL 

  • Ferðslumeting er frá Landsverk

  • Bummgjaldið er ásett eftir meting hjá Fíggjarmálaráðnum
     
  • Rentan er sett til 3,5% eftir tilmæli frá Landsbankanum

 

Mælt verður til, at áhugaðir partar seta seg væl inn í fíggingarleistin, ið er almennur og tøkur á heimasíðuni hjá Løgtinginum: Her

 

John Rajani, løgmansstjóri