FM í talv: Luitjen pressar!

Hóast Høgni hevur eina ótrúliga 100 prosents skoru, nú einans eitt umfar restar í, so er hann ikki sloppin leysur av Luitjen.

 

Tíðindaskriv:

 

Burtursæð frá javnleikinum í fyrsta umfarinum, so hevur Luitjen nevnliga vunnið øll talvini, og liggur framvegis einans eitt hálvt stig aftan fyri Høgna.

 

Við tí hava vit fingið dreymafinaluna í ársins FM kapping á seinasta kappingardegnum millum Luitjen og Høgna.

 

Tað vil siga, at vinnur Luitjen í dag, endurvinnur hann føroyameistaraskapin, sum hann nabbaði beint framman fyri nøsina á Rógva og Høgna í fjør.

 

Endar talvið javnt, kann Høgni verða krýndur føroyameistari.

 

Luitjen kom sær í hesa spennandi finalustøðu við effektivt at útnytta tað í og so optimistiska finnuálopið hjá Hans Kristiani kongamegin.

 

Um Hans Kristian ikki lat frúnna, hevði hann antin fingið eitt beinleiðis mótálop ímóti sær, ella álíkavæl mist frúnna.

 

Men frúgvin reyk og harvið eisini talvið, og Luitjen kundi skunda sær til hús at hvíla til toppbrakið í dag.

 

Hinvegin kom Høgni at sita í dagsins longsta talvi í móti Heðini Gregersen. Tað leikaði leingi javnt á, og um teir 40 leikirnar tyktist støðan at vera púra deyð. Hvørgin kundi gera nakað. Men so valdi Heðin at býta rókarnar av uttan at varnast, at hann við tí gav Høgna eitt gott endatalv. 

 

Við sínum góða teknikki og stóru roknimegi trýsti Høgni Heðin spakuliga í defensivin, og í eini munandi verri støðu valdi Heðin at gevast. Hann kundi havt hildið fram, tí har var ikki tap í hendi við tað fyrsta. Men tá vit analyseraðu talvið aftaná sóu vit greitt, at Høgni stóð nógv betur, og at tað bara var ein spurningur um tíð, inntil støðan kollapsaði.

 

Við øðrum orðum so var eingin vinnari funnin í dag, og vit kunnu síggja fram til eina sera spennandi finalu í dag langa fríggjadag millum ratingfavorittarnar í kappingini.

 

Hinvegin fingu vit bronsuna uppá pláss í dag. Hana tryggjaði Elias Petersen sær í dag við einum frálíkum sigri við tí svarta fólkinum á Haldur Suna, og nú kann eingin av teimum niðanfyri røkka honum, óansæð úrslitini í dag.

 

Áðrenn 7. og seinasta umfar er støðan í Landsliðsbólkinum hendan:

 

1. Høgni 6 stig!

 

2. Luitjen 5,5 stig

 

3. Elias Petersen 4 stig

 

4-5. Hans Kristian 2,5 stig

 

4-5. Petur Gardar 2,5 stig

 

6. Wille 1,5 stig

 

7-8. Haldur Suni 1 stig

 

7-8. Heðin 1 stig.

 

Í dag fáa vit so umsíðir topp brakið millum Luitjen og Høgna, og tað verður við Luitjen handan tað hvíta fólkið. Onkur hevur sagt, at tað at hava tað hvíta fólkið svarar til at hava servuna í tennis. Livst so spyrst.

 

Í hesum talvinum fara vit so at finna FM vinnaran 2025. 

 

Bronsan er longu avgjørd og fer til Elias Petersen.

 

Í fyrsta bólki varð vinnarin funnin longu áðrenn seinasta leikumfar. Tað var Flóvin sum við einum sigri á Sigurdi Justinussen tryggjaði sær 1. plássið og rættin til at luttaka í landsliðsbólkinum komandi ár.

 

Hjartaliga tillukku Flóvin.

 

Støðan í 1. bólki áðrenn seinasta leik umfar:

1. Flóvin  5 stig! 

2-4. Sigurd 3,5 stig

2-4. Karl M Dahl 3,5 stig

2-4 Brandur Højgaard 3,5 stig

5-7. Hanus á Lógv 2,5 stig

5-7. Rókur Davidsen 2,5 stig

5-7. Eyðun Lamhauge 2,5 stig

8. Ingi Højsted 1 stig.

 

Í almenna bólkinum er støðan:

 

1. Bogi á Kósini 5 stig

 

2-4. Luca Eyðun 4 stig

 

2-4. Hanus á Lógv 4 stig

 

2-4. Mannbjørn Anthoniussen 4. stig

 

5-6. Mortan Mørkøre 3,5 stig

 

5-6. Lisa J. Xin 3,5 stig

 

7. Johannes Simonsen 3 stig

 

8-9. Zaid Al-Jay 2,5 stig

 

8-9. Jógvan Gulaksen 2,5 stig

 

10. Gunnleif Rasmussen 2 stig

 

11-12. Bjørgvin Lenvig 1 stig

 

11-12. Sigurd Joensen 1 stig.

 

Í unglingabólkinum er støðan í toppinum:

 

Baldur Bjarnason Jørgensen 5 stig

 

2-4 Djoni F.C. Jakobsen 4,5

 

2-4. Jamil Emil Jacobsen 4,5 stig

 

2-4. Jamil Oskar Jacobsen 4,5 stig.

 

Seinasta umfar byrjar í dag klokkan 14:00 á Skúlatrøð og øll eru vælkomin at støkka inn á gólvið at fylgja við í, hvussu leikur fer.