Útlit eru hjá Aleksandr Lukasjenko fyri fimm árum afturat sum forseti í Hvítarusslandi.
Eftir valið í dag vísti ein veljarakanning á valstøðum í almenna sjónvarpinum, at sitandi forsetin hevði fingið 87,6 prosent av atkvøðunum.
Lukasjenko, sum er trúgvur felagi hjá russiska forsetanum, Putin, hevur sitið við valdið síðani 1994. Fram til valið hevði verið væntað, at hann fór at vinna forsetasessin aftur í landinum, sum viðmerkjarar siga ikki heldur fólkaræðislig val.
Fleiri av størstu politisku mótstøðufólkunum hjá forsetanum sita í fongsli ella eru flýdd av landinum.
Samstundis hava bæði ST og ES sagt, at talan ikki kann vera um frítt val, tí óheftir miðlar eru ikki loyvdir í Hvítarusslandi.
Aleksandr Lukasjenko segði sjálvur fyrr í dag á einum tíðindafundi, at eingin hevur verið forðaður í at siga sína meining. Men fongsul er fyri "fólk, sum lata munnin ov nógv upp fyri at siga tað akkurát sum tað er - tey, sum hava brotið lógina", segði hann.
70 ára gamli forsetin lýsti land sítt sum eitt "brutalt fólkaræði" á tíðindafundinum.
Næstan sjey milliónir hvítarussiar høvdu møguleika at atkvøða á valinum sunnudagin. 81,5 prosent av teimum luttóku á valinum, upplýsir valnevndin í Hvítarusslandi.
Fólkið í landinum hevur áður roynt at mótmæla leiðaranum hesi nógvu árini, sum av viðmerkjarum verður lýstur sum ein einaræðisharri.
Eftir forsetavalið í 2020 vóru víðgongd mótmæli frá hvítarussum, sum vildu hava Lukasjenko at leggja frá sær. Almenna úrslitið hevði víst stuðul til forsetan frá 80 prosentum av veljarunum. Men nógv hildu, at umfatandi valsvik hevði verið.
Eitt stórt tal av mótstøðufólkum hjá stjórnini og mótmælisfólkum vórðu handtikin.
Hvørki USA, ES ella Bretland viðurkenna Lukasjenko sum demokratiskt valdan forseta.
Ritzau/Reuters