Ovara rað, f.v.: Jens Joensen, Brian Thomsen og Sveinur Bjarkason. Niðara rað, f.v.: Ludvik við Stein, Jógvan Ingvard Hansen, Aleksandur Hammer og Jørgen Gleðisheygg

Sjey skiparar fingu prógv

Hátíðarløta var á Sjónámi í gjár, hósdagin 23. januar, tá sjey skiparar fingu prógv

Ovara rað, f.v.: Jens Joensen, Brian Thomsen og Sveinur Bjarkason. Niðara rað, f.v.: Ludvik við Stein, Jógvan Ingvard Hansen, Aleksandur Hammer og Jørgen Gleðisheygg

Tað var Elias Zachariassen frá Skipara & Navigatørfelagnum, sum handaði virðislønir.

 

Fyri besta úrslit fekk Ludvik við Stein ein grindaknív frá Skipara & Navigatørfelagnum.

 

Fyri gott úrslit fekk Sveinur Bjarkason ein Steiner-kikara frá Norðoya Sparikassa.

 

Besti floksfelagið (valdur av næmingum) var Sveinur Bjarkason, sum fekk eitt ur frá Vela-Watches.

 

Hanus Mikkelsen, havnarmeistari hjá Tórshavnar Havn, bar fram røðu. 

 

Jón Nónklett, skeiðslærari og Ludvik vit Stein nýttu eisini høvið at siga nøkur orð.   

 

Rani Nolsøe spældi nakrar frálíkar sjómanssangir, og Poli Mikkelsen og Snorri Brend spældu undir til felagssangir.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Ovara rað, f.v.: Jens Joensen, Brian Thomsen og Sveinur Bjarkason. Niðara rað, f.v.: Ludvik við Stein, Jógvan Ingvard Hansen, Aleksandur Hammer og Jørgen Gleðisheygg