Meirilutin er eisini Tjóðveldi

Elsa Berg leggur eftir meirilutanum í býráðnum um byggiverkætlanina fram við Villingardalsvegnum. Hetta er eitt stórt øki, sum ætlandi skal rúma umleið 275 búeindir, har man m.a ætlar at byggja lutaíbúðir.

Hetta vísir seg bara ikki so lætt, sum Elsa letst halda. Sannroynd er, at tað hevur víst seg ógvuliga trupult at fáa íleggjarar til bygging av lutaíbúðum í gongd. 

 

Støðan ger, at man vil kanna aðrir loysnir.

 

Og tað er tað ið býarskipanarnevndin og eftirfylgjandi fíggjarnevndin hava viðgjørt og samtykt – við fullum stuðli frá Tjóðveldi.

 

So Elsa, ístaðin fyri at gita ella illgita, sum vanligt, so kemur komandi býráð at taka støðu til hetta mál, tí málið er ikki greitt at taka støðu nú.

 

Heðin Mortensen

 

borgarstjóri