Meistararnir vunnu heldur ikki í dag

07 Vestur vann ársins fyrsta stig við javnleiki í Sarpugerði

Tað eru heilt nýggjar tíðir hjá Víkingi og hjá teimum í Sarpugerði. Í tað mesta av hálvum øðrum ári vunnu víkingarnir allar dystirnar. Nú vendir heilt øðrvísi. Kappingin er trý umfør gomul, og Víkingur hevur tvey stig.

 

Í dag endaði tað við málleysum javnleiki á heimavølli, har 07 Vestur var gestur. Hetta er annar heimadysturin hjá Víkingi í ár, og samlaða úrtøkan er tvey stig. Í fyrsta umfari var úrtøkan eitt stig á útivølli ímóti TB, so taptu Víkingur 3-0 á heimavølli ímóti NSÍ, og í dag mugu stórfavorittarnir lata sær lynda við málleysan javnleik ímóti 07 Vestur.

 

Vágamenn vóru ikki í Sarpugerði fyri at grava seg niður í og kring egnan brotsteig. Teir vardu væl, og teir bjóðaðu seg til í álopsparinum, uttan at teir spældu seg til heilt upplagdar málmøguleikar.

 

Stigið, sum teir hava við sær vestur aftur í Vágar, er fyrsta stigið, sum Dan Brimsvík og 07 Vestur hevur vunnið í ár.

 

Víkingur var meiri á bóltinum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin i málið aftanfyri Ara í Haraldstovu Petersen. Spælið var ikki so hugflogsríkt, sum víkingarnir plagdu at vera kendir fyri, og tað gekk ikki so skjótt fyri seg, sum tað plagdi at gera.

 

Hósdagin fær Víkingur nýggjan møguleika a útivølli ímóti B36, og hósdagin fer 07 Vestur at spæla á útivølli ímóti NSÍ.

 

 

 

Víkingur – 07 Vestur 0-0

 

Dómari: Alex Troleis

 

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ragnar Skála, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Aron Jarnskor Ellingsgaard, Sølvi Vatnhamar,  Poul Kallsberg – Jákup Johansen, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

 

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jónas Prior, Filip Drinic, Nicolai Dohn – Casper Hansen, Mikkel Jakobsen, Jón í Horni Nielsen, Brage Prestmo Kvithyld – Julian Mouritsen, Silas Gaard, Oddur í Haraldstovu Petersen