Merkisdagar hjá starvsfólkum  í P/F Borg

Á starvsfólkadegnum hjá Borg 3. februar, heiðraðu tey trý av starvsfólkunum, ið hava havt rundar starvsdagar í 2022.

Á myndini síggjast tey øll saman við stjóranum, Rodmundi Nielsen.

 

Bjørghild Magnusson (til vinstru), ið er leiðari á deildini í Klaksvík, hevur starvast 15 ár í Borg.

 

Kristian Andriasson (næst frá vinstru), ið hevur ábyrgdina av útkoyringini og goymsluni í Tórshavn undir hond, hevur starvast 15 ár í Borg.

 

Preben Andersen (næst frá høgru), ið heldur skil á dynamittsøluni og goymsluni, hevur starvast 40 ár í Borg.

 

– Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við degnum og takka fyri góða og drúgva tænastu, skriar P/F Borg í tíðindaskrivi.