Tíðindaskriv:
Met nógvir luttakarar vórðu partur av kappingini hesaferð, har heili 99 ungir tónleikarar framførdu væl vand tónleikaverk.
Tey ungu kappaðust í fýra ymsum aldursbólkum. Tveir teir yngstu kappaðust hósdagin, tann næst elsti fríggjadagin, og tann elsti kappaðist í gjár, leygardagin.
Dómararnir bóru fram, at uppgávan at skilja millum tey mongu dugnaligu fólkini var sera torfør, og at tónleikaliga støðið var óalmindiliga høgt.
Virðislønir vórðu latnar til hesar tónleikarar:
Bólkur 4 (20-24 ár)
1. virðisløn: Elin Rasmussen, violin
2. virðisløn: Ari Hammer Joensen, urga
3. virðisløn: Dan Eyðun Karbech Saxofv, gittar
Bólkur 3 (16-19 ár)
1. virðisløn: Helge Marius Greve, klaver
2. virðisløn: Ásgerð Stenberg Olsen, floyta
3. virðisløn: Mikkjal Davidsen, sello
Herðaklapp: Bjørn B. Patursson, sello
Bólkur 2 (12-15 ár)
1. virðisløn: Tóki Linduson Hentze, klaver
2. virðisløn: Sólja Ellen Rye, violin
3. virðisløn: Elisa Andrésen Arge, sangur
Herðaklapp: Annvør Róaldsdóttir, akkordeon
Bólkur 1 (0-11 ár)
1. virðisløn: David Caabay Nattestad, klaver
2. virðisløn: Tabita S. Christiansen, floyta
3. virðisløn: Steinbjørt Janet Høgnaberg, akkordeon & Emil Aaen Nordendal, klaver (deild virðisløn)
Herðaklapp: Yngvi Ferdinand Hamrá Holm, kontrabass
Dómarar til Stella Polaris 2025 vórðu
* Anna Klett, høvuðsdómari
* Jákup Lutzen, umboðandi tónleikagreinina í breiðari merking
* Jósef Zachariassen, umboðandi Tórshavnar Musikkskúla
* Monika Stauss Joensen, umboðandi FSO
* Andras Sólstein, umboðandi áhoyrarar
Vit ynskja øllum luttakarum hjartaliga tillukku við framførslunum og virðislønunum. Stella Polaris verður aftur um tvey ár í 2027.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
##med8##
##med9##
Kappingin er stuðlað av Betri, Articon, SMS, Hiddenfjord, Leif Mohr, Bygma Balslev, Bakkafrost, Tórshavnar Kommuna, Hotel Brandan, Hotel Hafnia, Kopli Cups, Christian í Grótinum, Mál, Føroya Bjór og Kirvi.
Myndirnar hevur Annika Djurhuus Olsen tikið.