Metstórur týskur vápnaútflutningur

Týska stjórnin góðkendi í 2024 at selja vápn og útgerð til Ukrana fyri 8,15 milliardir evrur

Tíðindastovan NTB veit í morgun at siga, at kríggið í Ukraina hevur ført til, at Týskland hevði metstóran vápnaútflutning í 2024.

 

- Týskland góðkendi útflutning av vápnum og hernaðarútgerð í fjør fyri 13,33 milliardir evrur, og tað er met í eitt ár.

 

Tað upplýsa myndugleikarnir í Týsklandi.

 

Av hesum góðkendi týska stjórnin, at selja vápn og útgerð fyri 8,15 milliardir evrur til Ukraina í 2024.

 

Aftrat hesum seldi Týskland eisini vápn til ávikavist Singapore, Algeria, USA og Turkaland.

 

- Singapore keypti fyri 1,21 milliardir evrur, Algeria fyri 558,7 milliónir, USA fyri 319,9 milliónir og Turkaland fyri 230,8 milliónir evrur.