Nær fer gróðrinum á Landgrunninum í gongd í ár?

hav.fo, Eilif Gaard, lívfrøðingur, Dr. Philos

 

Enn er gróðurin niðan fyri 1 µg chl-a/L, sum er markið, har vit siga, at nú er gróðurin byrjaður. Væntandi fer gróðurin at byrja innan alt ov langa tíð. Spennandi er at fylgja gongdini, tí hon gevur ta fyrstu ábendingina um, hvussu árið kann fara at hilnast.

 

Plantuæti er fyrsti liður í føðiketunum í sjónum og er sostatt grundarlagið undir djóralívinum í sjónum. Tá várgróðurin kemur í sjógvin, fær djóraætið føði og byrjar at nørast í stórum. Hetta er so aftur føði hjá m.a. fiskalarvum og yngli. Sera ójavnt er, nær várgróðurin kemur og eisini er ójavnt, hvussu nógv plantuæti er á Landgrunninum ymisk ár. Hesin ójavni gróðurin sæst týðiliga aftur, bæði í tilgongd og vøkstri hjá fiski og sjófugli.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Flestu fiskasløg á Landgrunninum gýta tíðliga um várið, men skulu smáu fiskalarvurnar fáa ta føði, sum teimum tørvar, má gróðurin vera komin í sjógvin. Um hann kemur ov seint í mun til fiskalarvurnar ella er ov lítil, kemur ofta lítið av fiskayngli undan. Og hinvegin, so fáa fiskalarvurnar oftast meira føði tey árini, tá gróðurin kemur nóg tíðliga. Hetta ávirkar øll fiskasløgini, sum gýta á Landgrunninum um várið, bæði tey, sum verða veidd (t.d. toskur og hýsa), og eisini tey, sum eru føði hjá botnfiski og sjófugli (t.d. nebbasild og hvítingsbróðir).

 

Í samstarvi við Lívfiskastøðina í Skopun, kannar Havstovan regluliga nøgdirnar av plantuæti á Landgrunninum. Lívfiska­støðin pumpar stórar nøgdir av sjógvi inn úr Skopunarfirði. Hvørja viku verða nøgdirnar av plantuæti í hesum sjónum kannaðar og úrslitini víst her, so hvørt tey eru tøk. Sum leiðbeinandi mát plaga vit ofta at siga, at tá nøgdirnar av plantuæti eru komnar upp á 1 µg chl-a/L, er várgróðurin byrjaður. Í 2024 hendi hetta tann 23. apríl.