Næsta ár fær Mølin 16 nýggj kømur aftrat

Í gjár var stoyping á skránni á Mølini í Skálavík, har tey arbeiða við at byggja 16 nýggj kømur. Men, hetta er bara ein partur av samlaðu verkætlanini, sum hjúnini á Mølini hava

- Hetta er ein veggur, sum nú verður stoyptur í samband við verkætlanina at byggja 16 nýggj kømur í tveimum lonum - ella átta kømur í hvørjari lon.

 

Tað sigur Martin Karl Olsen, sum saman við konu síni, Biritu, rekur virksemið í Skálavík.

 

Fyri nøkrum árum síðan fekk Mølin tíggju nýggj og stásilig kømur, sum síðan hava verið ein partur av konseptinum hjá Café Mølini, har fólk hava kunnað leigað seg inn.

 

- Nú byggja vit 16 kømur aftrat, sum minna um kømrini, sum vit frammanundna hava bygt. Munurin er tó, at her verða tvær lonir við átta kømrum í hvørjari lon og einum túni ímillum lonirnar.

 

Martin Karl Olsen sigur, at verkætlanin, sum nú er í gongd, kemur at halda fram, til hon verður liðug. Hann væntar, at tey 16 nýggju kømrini fara at standa liðug og klár at flyta inn í um stívliga eitt ár ella so.

 

- Men, ætlaðu útbyggingarnar her á Mølini eru enn meira umfatandi enn hetta, tí vit fara eisini at byggja ein bygning í trimum hæddum frammanfyri tað, sum nú verður bygt.

 

Hann sigur, at tann verkætlanin liggur nakað longur frammi, tí fyrst skulu tey 16 kømrini fáast frá hondini.

 

- Í bygninginum, sum verður í trimum hæddum, verður móttøka og ymiskt annað í niðastu hæddini, í miðhæddini verður stórur salur, sum helst skal rúma umleið 100 fólkum.

 

Martin Karl Olsen sigur, at í ovastu hæddini verða seks rættilig marglætiskømur - við fantastiskum útsýni. 

 

- Her fara gestirnir at síggja brim á vetrardegi, sum kann verða ógvusligt í Skálavík, tá uppgangur er, og í summarhálvuni fara gestirnir at síggja út í morgunsólina.

 

Hann vísir á, at ætlanin hjá teimum er at fara í holt við verkætlanina, sum verður í trimum hæddum, tá komið er undir land við teimum 16 kømrunum, sum nú eru í gongd.

 

Á Mølini í Skálavík er gamla og hugnaliga kafé'in, har pláss er fyri umleið 70-80 fólkum, og síðan er lutfalsliga nýggja matsstovan - Matstovan hjá Viggo, har pláss er fyri 38 fólkum til borðs.

 

- Vit hava havt úr at gera, og vit fáa sera góðar afturmeldingar frá øllum teimum, sum vitja her í Skálavík - antin tað er til mat ella gisting, og hetta eru vit sera fegin um.

 

Martin Karl Olsen sigur, at tey hava eini 10-12 fólk á lønarlista, harav eini sjey av arbeiðsfólkunum búgva í Skálavík og soleiðis leggja sínar skattakrónur her.

 

- Vit hava eisini nakrar útlendingar í arbeiði, og hetta vísir seg alt at rigga sera væl, sigur Martin Karl Olsen, sum saman við konu síni, Biritu, rekur virksemið á Mølini í Skálavík.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##