Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur fingið staðfest tarmbruna av mateitran.
Tað upplýsir forsætisráðharraskrivstovan hjá honum í dag.
Forsætisráðharrin gjørdist sjúkur í nátt og varð kannaður av læknum heima við hús sambært skrivstovuni.
Sagt verður, at støðan hjá Benjamin Netanyahu er stabil, og ísrelski forsætisráðharrin ætlar sær av arbeiða heimanífrá eftir tríggjar dagar hvíld.
Ísraelski forsætisráðharrin, sum er 75 ára gamal, hevur fleiri ferðir áður verið lagdur inn á sjúkrahús, og eitt nú er hann skurðviðgjørdur fyri prostata.
Í fjør varð hann skurðviðgjørdur fyri brokk, og í 2023 fekk hann pacemakara, vita útlendskir miðlar at siga í dag.