Í handlinum Nice á Smyrilsvegi 7 á Hálsi í Havn selja tey klæðir til børn og ung í aldrinum, 0-16 ár.
Her hava tey í longri tíð selt vælumtóktu merkini, Jack & Jones, Kids Only og Sofie Schnoor, fyri somu prísir sum í Danmark.
- Vit halda tað vera umráðandi, at vit Føroyum hava atgongd til lekkur barnaklæðir fyri ein sámiligan prís. Tí valdu vit at koyra nøkur merkir við somu prísum sum í Danmark, hóast hetta hevur ein eykakostnað fyri okkum við flutningi og tolli.
Tað sigur Talita, handiseigari.
- Vit royna altíð at menna okkum sum handil og fylgja rákinum við móta og klædnamerkjum. Í dag hava vit, umframt Jack & Jones, Kids Only og Sofie Schnoor, eisini merkir sum eitt nú Levi´s.
Hon vísir á, at tey skjótt eisini fara at fáa eitt nýtt merki, Tommy Hilfiger, sum tey eru sera spent eftir at bjóða sínum viðskiftafólkum.
Jólagávur í góðari tíð
Talita sigur, at nógv keypa jólagávurnar í góðari tíð, og tá er úrvalið ofta størst.
- Tí koyra vit longu í oktober jólaumbýtingarmerkir á klæðini.
Spurd, hvørjar vørur fólk oftast keypa sum jólagávur, sigur Talita, at til dreingir er tað T-shirts og troyggjur frá Levi´s og Jack and Jones, umframt boxershorts og hosur frá kenda fótbóltsleikaranum, Ronaldo.
Hinvegin er tað meira blandað, hvat keypt verður til gentur í jólagávu.
- Vit vegleiða ofta okkara viðskiftafólkum og hjálpa teimum at finna fram til júst tí røttu gávuna, tí tað er altíð ymiskt, hvat fólk dáma av snið og litum, sigur hon.
Talita sigur, at øll eru hjartaliga vælkomin á gátt hjá Nice á Smyrilsvegi 7 á Hálsi.
##med2##