Norra og Sølvará

Fyri stuttum hevði Sølvará, søgu-snikkari á Setrinum, eina rættiliga stóra grein um, hvussu "norðmenn" skuldu planleggja at taka Føroyar serliga aftan á Verðins-kríggið. Men vóru tað nú heilt vanligir norðmenn?

Tað er rætt, at ein partur av norðmonnum høvdu hesar ætlanir, men tað var avgjørt bara ein heilt serligur politiskur minniluti í Norra.

Tað vóru fyrst og fremst fólk, sum hoyrdu til ella sympatiseraðu við National Samling, sum var tann nazistiski flokkurin hjá Vidkun Quisling.

Harafturímóti høvdu fólk í tí størsta flokkinum, Arbeiderpartiet, avgjørt ikki slíkar tankar, og tað blivu javnaðarfólk, sum fingu valdið aftaná Kríggið. 

Men Sølvará "gloymir" at fortelja tann mest óhugnaliga partin av søguni um, hvat norskir quislingar ætlaðu við Føroyum.

Málið hevði nevniliga einki við Kríggið at gera. Tað var nógv eldri, enn so.

Longu tíðliga í 1930'unum ferðaðist ein rabiatur norskur nationalistur, sum æt Adolf Hoel dúgliga til Føroya, har hann gisti hjá Jóannesi Paturssyni í Kirkjubø. Hoel var ein av oddamonnunum hjá Quislingi.

Adolf Hoel plagdi at ferðast runt í Føroyum og agitera við rokfundum fyri, at Føroyar skuldu loysa frá Danmark.

Við sær hevði hann feðgarnar Páll og Jóannes Patursson, sum gleddust og vóru ernir um at hava fingið ein norskan viðhaldsmann, sum kundi styðja tann gamla tankan hjá kongsbóndanum um, at vit skuldu blíva norskir sambandsmenn.

Jóannes hevði longu roynt at forføra við tí tankanum í 1920'unum.

Teir flestu føroyingar vildu ikki vita av tí norska quislinginum Adolfi Hoel, sum annars var fylgisneyti og besti vinmaður hjá Jóannesi.

Kongsbóndin úr Kirkjubø gisti hjá Adolf Hoel, tá ið hann ferðaðist gjøgnum Oslo.

So tankin um, at vit skuldu skræðast frá Danmark og leggjast undir norskt vald er ikki íkomin undir krígnum, men longu tíðliga í 1930'unum, tá ið nazisturin Adolf Hoel skuldi leggja føroyingum lag á, hvussu teir skuldu sleppa av við danskarar, sum Hoel hataði.

Men hvussu var lagnan hjá hesum Hoel?

Ja, hann bleiv ein tann fyrsti, sum varð dømdur fyri landasvik í 1945 á Akershus, so tankin um norskt vald í Føroyum varð snópisliga sleptur við honum.

Arbeiderpartiet hevði harafurímóti sera hjartalig viðurskifti við Danmark efti Kríggið, tá ið danskarar skipaðu fyri sera stórari og tiltrongdari hjálp til nógvar norskar borgarar, sum beinleiðis svøltaðu allan veturin 1945/46.

Danski statsministarin Buhl og líkaleiðis Hans Hedtoft vóru persónligir vinmenn við tann norska statsministaran, Einar Gerhardsen.

Skal søgan um norskan áhuga fyri Føroyum forteljast, skal man ikki loypa tær mest týðandi præmissurnar um.

 

Virgar T. Dalsgaard