Nú fer MEST at byggja turrdokk á Skála

Ætlanin hevur tað við sær, at væl størri skip kunnu takast upp á Skála, eftir at nýggja turrdokkin er liðug og nýggj bryggja er gjørd

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri, Petur Háberg Jacobsen nevndarformaður í MEST og Mouritz Mohr stjóri í MEST Myndir: runavik.fo/Ólavur Frederiksen

Tað hevur ofta og í langa tíð verið tosað um, at skipasmiðjan MEST hevur havt ætlanir um at víðka um virksemið á Skála. Higartil er hetta ikki vorðið til veruleika, men nú veit Runavíkar kommuna at siga, at MEST í næstum fer undir stóra útbygging.

 

Kommunan skrivar soleiðis á heimasíðu síni:

 

Í mong ár hava vit hoyrt um ymiskar ætlanir hjá Pf. Mest, sum eigur skipasmiðjuna á Skála. Einaferð snúði tað seg um eina dokkhøll omaná verandi dokk, seinri hoyrdu vit um ætlanir hinumegin fjørðin og í dag skrivaðu Mouritz Mohr, Petur Háberg og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst stjóri, nevndarformaður og borgarstjóri undir avtalu um ætlan at gera nýggja turrdokk við tilhoyrandi útbygging av havnarlagnum á Skála.

 

Partarnir eru samdir um at gera eina fyribils avtalu um framtíðar skyldur, ið verður brúkt sum útgangsstøði undir einum leigusáttmála fyri økið, sum partarnir fara at gera sínámillum, tá sundurmatrikulering o.a. er avgreitt.

 

Ætlanin hevur tað við sær, at væl størri skip kunnu takast upp á Skála, eftir at nýggja turrdokkin er liðug og nýggj bryggja er gjørd, eystari enn hin núverandi, soleiðis, at skip sum stinga upp til 12 metrar kunnu liggja við bryggju – framvið atløgusíðuni og í dokkini.

 

Áðrenn farið verður í holt við útbyggingina skal verkætlanin í síni heild góðkennast av Runavíkar kommunu og avvarðandi myndugleikum. Býráðið hevur tikið undir við avtaluni, og sambært umboðunum hjá Mest er ætlanin sum skjótast at fara undir at arbeiða víðari við ætlanini.

 

##med2##

 

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri og Mouritz Mohr stjóri í MEST

 

Tórbjørn Jacobsen borgarstjóri, Petur Háberg Jacobsen nevndarformaður í MEST og Mouritz Mohr stjóri í MEST Myndir: runavik.fo/Ólavur Frederiksen