Nútímansgerð av Ríkisfelagsskapinum í eygsjón

Eftir eitt sera væl eydnað tiltak, har kjakast bleiv um broytingar í Ríkisfelagsskapinum, havi eg góðar vónir um, at Ríkisfelagsskapurin kann varðveitast og moderniserast.

 

Sambandsflokkurin heldur tað vera alneyðugt, at almenningurin fær innlit í, hvussu farast skal fram í ríkinum framyvir. Tí tók flokkurin stig til ráðstevnuna.

 

Ráðstevnan vísti heilt greitt, at allir flokkar vilja gera broytingar í viðurskiftunum við Danmark.

 

Kjakið millum forfólkini avdúkaði eisini, at Sambandsflokkurin helst er einasti flokkur, sum hevur eitt ítøkiligt boð uppá, hvussu skipanin skal vera. Tó er gleðiligt at síggja, at allir flokkar eru sinnaðir at flyta seg fyri at finna eina loysn.

 

Áður hava vit ligið í skotgrøvunum og skotið eftir hvørjum øðrum við sjónarmiðum um, hvat er best; loysing ella samband. Støðan er ov álvarslig til, at hetta idealistiska kjakið kann halda fram.

 

Sterkar kreftir vilja seta kílar í Ríkisfelagsskapin. Eisini úr USA. Trygdarstøðan í Norðurhøvum og í Arktis er nógv broytt. Hóttanin fyri hybridálopum í Føroyum er vorðin størri við árunum. Vit mugu vísa umheiminum, at vit standa saman í ríkinum sum ein eind, hóast vit vilja hava størri sjálvræði.

 

Vit mugu stegða at dyrka ósemjur sum valagn, og heldur fara praktisk til verka millum ósemjurnar, um vit kunnu finna eina loysn.

Vit mugu vera reell og fokusera uppá ítøkiligar loysnir, sum kunnu lata seg gera. Politikkarar skulu tæna fólkinum, og tað tænir fólkinum best, um flokkarnir finna eina loysn, sum kann vera langtíðarhaldfør.

 

Gongd er komið á kjakið í Føroyum, og tað tænir eisini felagsskapinum, at kjakið verður tikið upp í Danmark.

 

Tí fer Sambandsflokkurin Fólkatingi á skipa fyri eini ráðstevnu á Christiansborg 6. februar. Har fara fólk, sum eru køn í viðurskiftunum í Ríkisfelagsskapinum og politikarar at umrøða framtíðarstøðuna í Ríkinum.

 

 

 

Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.