OL: Fimm túsindapartar av einum sekundi á muni á 100 metrum

Noah Lyles úr USA vann 100 metrar teinin við minst hugsandi marginali

Tað mátti bíðast leingi við at kanna málfotomyndirnar, tá finalan í 100 metrum hjá monnum var fyri á olympiska leikvøllinum í París. 

 

Fimm túsindapartar av einum sekundi skiltu gullvinnaran úr USA, Noah Lyles og silvurvinnaran úr Jamaika, Kis­hane Thomp­son.

 

Bæði Lyles og Thompson stóðu á 9:79 sekundum, men tað blivu hasir fimm túsindapartarnir av einum sekundi, ið sendu gullið til USA.

 

Amerikumaðurin, Fred Kerley vann bronsu við 9:91 sekundum, so tað gjørdist eitt gott kvøld hjá USA.

 

Her síggjast teir koma um málstrikuna:

 

##med2##