OYL 23: Bartal og Alisa vunnu bronsu

Bartal Erlingsson Eidesgaard og Alisa Bech Vestergaard hava lagt aftrat føroysku heiðursmerkinum

Og so eru tvey bronsuheiðursmerki løgd aftrat heiðursmerkjunum hjá føroysku svimjarunum í svimjihøllini á oyggjaleikunum á Guernsey. 

 

Bartal Erlingsson Eidesgaard vann bronsu í 100 metrar frí.

 

Tíðin hjá Bartali var 51.09.

 

Joel Watterson av Oynni Man vann gull við tíðini 50.01. 

 

Oliver Brehaut úr Jersey vann silvur við tíðini 50.45. 

 

Alisa Bech Vestergaard vann bronsu í 50 metrar frí.

 

Tíðin hjá Alisu var 26.70.

 

Alison Jackson úr Caymanoyggjunum vann gull við tíðini 26.70.

 

Hannah Jones úr Guernsey vann silvur við tíðini 26.69.