OYL 23: Føroysku kurvabóltskvinnurnar avrikaðu aftur væl

Guernsey sum vann bólkin var risastórur favorittur at vinna stórt á Føroyum

Í øðrum dystinum á oyggjaleikunum á Guernsey spældu kurvabóltskvinnurnar hjá okkum í kvøld móti vertstjóðini, Guernsey.

 

Guernsey hevði vunnið 67-55 á Oynni Man, ið vann 45-19 á okkara kvinnum, og tí bleiv talan um ein torføran dyst.

 

Men aftur í kvøld vardu føroysku kvinnurnar væl ímóti einum sterkum liði, og í kvøld eydnaðist tað at skora fleiri stig enn í tí fyrsta dystinum móti Man. 

 

Guernsey, ið vann bólkin vann 55-28 á Føroyum. Talan er um eitt lið við væl fleiri royndum á baki, og tí er aftur hesaferð talan um eitt góðkent avrik hjá okkara kvinnum.

 

Tá okkara kvinnur hava fleiri royndir og ár á baki á landsliðnum fara sigrarnir at koma.