OYL 23: Maria Biskopstø vann silvur í 400 metrar rimarenning

Maria var greitt frammanfyri nummar trý

Mynd: Jógvan K. Glerfoss

Maria Biskopstø hevur í kvøld vunnið silvur í 400 metrar rimarenning á oyggjaleikunum á Guernsey.

 

Tíðin hjá Mariu var 1:03.39.

 

Olivia Allbut úr Jersey vann við tíðini 1:01.40.

 

Maria var væl frammanfyri nummar trý, Aimee Christian av Oynni Man sum hevði tíðina 1:09.41.

 

Mynd: Jógvan K. Glerfoss