OYL 23: So fekk Grønland loksins fyrsta gullið á hesum oyggjaleikunum

Jens Frederik Nielsen vann finaluna í einmansleiki í badminton

Grønlendingarnir sum eru í badmintonhøllini á oyggjaleikunum á Guernsey eru rørdir og ovurfegnir, og vit føroyingar gleðast við teimum.

 

Jens Frederik Nielsen hevur við 2-1 finalu sigri á Jordan Trebert tryggjað Grønlandi fyrsta gullheiðursmerkið á oyggjaleikunum hesaferð.

 

Talan var um eina sera javna og spennandi finalu, ið endaði við settmuninum 18-21, 22-20 og 25-23.

 

Jónas Djurhuus og Magnus Dal-Christiansen vunnu bronsu.