Panama kærir Trump til ST um hóttan móti Panamaveitini

Panama hevur sent kæru til ST, har tey vísa á stúran fyri hóttanum frá Trump um at yvirtaka Panamaveitina.

Panama hevur klagað til ST um "ørkymlandi" hóttanina hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, um at yvirtaka Panamaveitina.

Tað stendur í einum brævi til ST-aðalskrivaran, António Guterres, sum journalistar fingu innlit í í gjár, sambært tíðindastovuni AFP.

Í brævinum vísir panama-stjórnin á eina grein í ST-sáttmálanum, sum varð gjørd í 1945 eftir at seinni heimsbardagi var av.

Hetta snýr seg um grein 2 í 1. kapitli, sum ljóðar:

- Allir limir skulu halda seg frá hóttan ella valdsnýtslu í teirra altjóða viðurskiftum; tað veri seg ímóti økisrættinum ella politiskum sjálvstøðu hjá nøkrum ríki.

Í brævinum heitir stjórnin í Panama á Guterres um at leggja málið fyri trygdarráðið hjá ST. Í skrivinum verður tó ikki biðið um fund.

Í setanarrøðu síni endurtók Trump sína ónøgd við, at Kina "stýrir" Panamaveitini umvegis vaksandi nærveruna kring veitina, sum USA lat Panama seinast í 1999.

- Vit góvu ikki til Kina veitina, vit góvu Panama veitina. Og vit taka hana aftur, segði Trump.

Panama Ports Company rekur havnirnar Balboa og Cristobal í hvør sínum enda av veitini. Felagið er partur av Hutchison Ports, hvørs fyristøðufelag er CK Hutchison Holdings, sum hevur heimstað í Hong Kong.

Fíggjareftirlitið í Panama hevur boðað frá, at ein kanning verður sett í verk fyri at "tryggja effektiva og gjøgnumskygda nýtslu av almenna tilfeinginum" hjá Panama Ports Company.

Hutchison Ports sigur í eini fráboðan, at tað hevur "varðveitt og framhaldandi fer at varðveita eitt gjøgnumskygt og samstarvsligt samband" við panamasku myndugleikarnar.

- Vit standa fast í okkara skyldu at halda allar lógir og reglur og at røkja okkara sáttmálaábyrgd til fulnar, sigur felagið.

Forsetin í Panama, José Ral Mulino, hevur sýtt fyri, at nøkur onnur tjóð skal hava myndugleika yvir veitini.

- Veitin er og verður framvegis ogn hjá Panama, sigur hann í svari til hóttanirnar hjá Trump.

40 prosent av bingjuferðsluni í USA fer gjøgnum Panamaveitina.

Eftir USA er rásin mest brúkt av Kina.

 

Ritzau/AFP