Polestar 4  – nakað meira enn tað vanliga   

Ein heilt nýggjur Polestar er komin á føroyska marknaðin. Talan er um Polestar 4, sum er ein av spennandi nýggju elbilunum.   

 

Polestar 4 er ein elegantur persónbilur við fimm sitiplássum.

 

Sum nakað nýtt hevur Polestar 4 ongan rút aftureftir, men har afturímóti hevur hann eitt framkomið bakkispegl, sum er sett til eitt kamera, ið filmar tað, sum er aftan fyri bilin í so breiðum vinkli, at um bilurin koyrir á einum 4-sporaðum motorvegi, síggjast allir fýra vegbanarnir í bakkspeglinum.

 

Hetta er eisini galdandi, um tað er myrkt. 

Bilurin fæst sum bakhólsdrivin við 272 hk og sum 4X4 við 544 hk. Hesin við 544 hk er sera kvikur, koyrir úr 0-100 km/t upp á 3,8 sekund. Polestar 4 koyrir upp til 620 km við einari løðing. 

 

Stóra aksilfrástøðan ger, at sera gott pláss er í kabinuni, og bilurin hevur gott beinpláss framman og aftan. Hann hevur el-stilling av forsetrunum við memory og el-stilling av rygglenunum við baksetrini.

 

Viðførisrúmið er 526 litrar.

 

##med2##

Sum á flestu elbilum er battaríið í botninum á bilinum. Hetta gevur sera góðar og stabilar koyrieginleikar. Eisini er bilurin væl ljóðdoyvdur, og lítið hoyrist til hjólini undir koyring.

 

Polestar 4 fæst í eini Performance útgávu við t.d. 22" hjólum, kraftigari bremsum og stoytdoyvarum. 

Instrumentborðið er smart og er lætt at avlesa hjá bilføraranum. Framman fyri bilføraran er ein 10.2” skíggi, sum t.d. vísir ferðina í bilinum, vegrætningin og løðingina á battarínum. Mitt á instrumentborðinum er ein stórur skíggi við øllum øðrum funktiónum sum t.d. navigatiónsanleggi, tónleikaanleggi og nógvum ymiskum appum. 

 

##med3##

 

Polestar 4 er ein sera væl útgjørdur bilur, ið hevur so at siga alt sum standard sum t.d. panorama sóltak, adaptivan fartpilot, klimaanlegg, talgilt instrumentborð eins og alla trygdarútgerð.

 

Polestar 4 kann síggjast og roynast hjá Wenzel. Bilurin kostar úr kr. 635.000, tá meirvirðisgjaldið er endurgoldið. 

 

##med4##

 

##med5##