Portur skal halda alduni burtur úr bátahylinum

Skálavík er brimpáss, og tá uppgangurin er ringastur, stendur mangan nógv á, og tað er eisini hent, at bátar eru soknir við bryggjuna

 

Skálavíkar kommuna hevur fingið skipasmiðjuna Mest at gera eitt portur, sum kann halda alduni burtur úr bátahylinum.

 

Nú vit hava havt hampiliga gott várveður í nakrar dagar, hevur verið arbeitt við at seta portrið í innsiglingina til bátahylin. 

 

Skálavík er brimpáss, og tá uppgangurin er ringastur, stendur mangan nógv á, og tað er eisini hent, at bátar eru soknir við bryggjuna.

 

- Hetta eru treytirnar, tá bygdin liggur út til havssíðu í mun til bygdirnar, sum liggja við deyðavatn.

 

Soleiðis hevur borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, sagt, og tí setti kommunan sær fyri at fáa eitt portur fyri hylin. 

 

Bátahylurin er eisini dýptur við tað, at grót og eyrur eru tikin upp úr hylinum.

 

##med2##

 

Tað stendur nógv á havnarlagnum, tá ringast er, og tí ætla tey í Skálavíkar kommunu eisini at “konstruera” endan á grótkastinum øðrvísi.

 

- Vit fara at seta spunsil í, so eingin ivi verður um, at grótkastið heldur, tá uppgangurin er ringastur, hevur borgarstjórin, Linjohn Christiansen, sagt.

 

##med3##

 

Myndirnar úr Skálavík hevur Oskar Oskarsson tikið.