Power to X kann skapa nógv arbeiðspláss í Føroyum

Vit kundu skapt fleiri arbeiðspláss í eini nýggjari orkuvinnu í Føroyum

Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost, í samrøðu við Sosialin hetta vikuskiftið, har hann millum annað sigur sína hugsan um vindmyllulundina Eysturlund, sum eftir ætlan skal forsýna Havsbrún við streymi – men sum í løtuni stendur føst í almnna skrivstovuveldinum.

Regin Jacobsen heldur, at vit hava tosað alt ov lítið um hetta við nýggjum arbeiðsplássum í nýggju orkuvinnuni í sambandi við grønu umleggingina.

– Um vit bóru okkum rætt at í Føroyum, so kundu vit fingið fleiri fyritøkur við dugnaligum fólkum við førleikum í hesi vinnuni.

– Um vit ímynda okkum, at vit um eini 10 til 15 ár framleiða fyri nógvar millardir í orku í Føroyum – tað kann vera úr vindi, úr sólorku, úr biogassi ella øðrum, kanska streymi úr sjónum ella hvat tað kundi verið.

– Tað ger jú, at vit fáa hundraðtals nýggj arbeiðspláss at framleiða orku, sum vit áður hava innflutt sum olju úr Noreg ella Saudi Arabia, sigur Regin Jacobsen.

– Tað vil siga, at hetta er ein nýggjur vinnuvegur, sum bæði forsýnar førosyka vinnu – og sum eisini kann selja orku til útlendsk skip, sum koma í føroyska havn at keypa orku.

– Tað kann vera evni sum metanol ella ammoniak ella brint, sigur Regin Jacobsen.

Hann vísir á, at hetta verður ein nýggjur vinnuvegur í Føroyum og tí nakað, sum politikarar áttu at sæð sum ein møguleika, og sum tey áttu at dyrkað nógv meira.

– Men tað hoyra vit einki til, sigur Regin Jacobsen í samrøðuni við Sosialin.

Sosialurin fæst í leysasølu kring landið. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.