Suðuroyartunnilin er ein stór verkætlan. Tvey ár eru brúkt uppá fyrireikingar-arbeiðið og nú verður so næsta stig tikið, áðrenn løgtingið aftur skal taka støðu til, um farast skal undir at gera sjálvan Suðuroyartunnilin. Tað verður væntandi eina ferð seint komandi summar, tá tilboðini uppá at gera Suðuroyartunnilin eru almenn.
Politiskt er tað breið semja í Løgtinginum um at Føroyar skulu bindast saman, soleiðis at vit kunna búgva, virka, arbeiða og ferðast í øllum landinum undir javnbjóðis treytum. Hetta hevur verið grundarlagið undir øllum útbyggingum av infrakervinum í Føroyum í út við eina øld ella so. Hendan felags politiska linjan hevur eisini ført við sær, at Føroya Løgting ár um ár hevur samtykt at brúka nógvar pengar uppá at gera vegir, havnir, tunlar, brýr, byrgingar og undirsjóvartunlar.
Raðfesta politiskt Suðuroyartunnilin
Tað er eisini eitt tilvitað politiskt val at seta 1,35 milliardir í P/F Suðuroyartunnilin yvir 10 ár í staðin fyri at byggja nýggjan Smyril. Eins og tað hevur verið eitt tilvitað val at brúka uml. 750-800 mió. kr. uppá partapening, ferðsluveðhald og stuðul til P/F Eystur- og Sandoyartunlar og innkomuvegir í Havn og í Runavík seinastu 10-11 árini.
Tað var eisini eitt tilvitað val og ein politisk raðfesting at fara undir at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla í Klaksvík, at útbyggja Vága Floghavn, at gera Dalstunnilin, at byggja Glasir og H-bygningin, at byggja Sjóvinnustýrið vestur í Vágum, at gera nýggjan Hvalbiartunnil og so framvegis.
Tað er jú tað politikkur snýr seg um, at raðfesta íløgur kring landið.
Grundarlagið fyri íløgunum er ikki ein kost-nyttu greining, men eitt greitt og breitt politiskt ynski um at útbyggja landið úr Sumba til Hattarvíkar og vestur í Mykines – og alt har ímillum.
Politiskt er breið semja um at raðfesta Suðuroyartunnilin, nú uppskotið um projektering og útboð av Suðuroyartunlinum ferð til 2. viðgerð í Løgtinginum.
Lántøka til Suðuroyartunnilin og sparingar á siglandi Suðuroyarleiðini
Tá farið verður undir Suðuroyartunnilin, verður tikið lán, eins og tað varð gjørt við Eystur- og Sandoyartunlar.
Lánsgjaldið og raksturin av Suðuroyartunlinum verður mettur at verða umleið 115 mió. kr. um árið. Hetta er ein meting, sum er grundað á, at Suðuroyartunnilin við avleiddum verkætlanum fer at kosta umleið 4,2 milliardir kr.
Siglandi farleiðin um Suðuroyarfjørð fer á fíggjarlógini komandi 30 árini at kosta í miðal 146 mió. kr. um árið til rakstur, viðlíkahald, dokkingar og nýggj skip.
Tá Suðuroyartunnilin er liðugur og siglandi farleiðin til Suðuroyar niðurløgd, so verða spardar umleið 30 mió. kr. í rakstrinum á fíggjarlógini av siglandi farleiðini hvørt ár í 30 ár.
30 ár eftir at Suðuroyartunnilin er liðugur eru lánini útgoldin, og tá verða allar útreiðslurnar, sum í dag fara til eina siglandi Suðuroyarleið, spardar fíggjarlógini, tað eru umleið 146 mió. kr. í miðal um árið.
Íløgan í Suðuroyartunnilin er sostatt ein íløga, sum við tíðini førir við sær eina sparing á fíggjarlógini í mun til raksturin av verandi siglandi farleið.
Suðuroyarleiðin krevur stórar íløgur so ella so
Summi meina, at vit hava ikki ráð at brúka 1 milliard kr. á fíggjarlógini komandi 10 árini (350 mió. kr. koma frá Íleggingargrunninum) uppá Suðuroyartunnilin. Hetta hevur m.a. stjórin í Landsbankanum og Búskaparráðið víst á.
Eitt er heilt greitt. Verður hildið fast í siglandi Suðuroyarleiðini, so fer hon á íløgu-síðuni at kosta Landskassanum umleið 1 milliard kr. innan 7-8 ár, tí tað tá er alneyðugt at ein nýggjur Smyril verður bygdur.
Altso tað slepst ikki undan at brúka 1 milliard kr. uppá Suðuroyarleiðina komandi 10 árini.
Verður hildið fast í siglandi farleiðini og ein nýggjur Smyril verður bygdur, so fer Suðuroyarleiðin frameftir eisini at kosta í rakstri, viðlíkahaldi og dokkingum, umframt at ein nýggjur Smyril skal byggjast aftur um 25 ár.
Samanumtikið skal Landskassin so ella so brúka heilt nógvar pengar uppá Suðuroyarleiðina komandi árini. Alternativi er at niðurleggja Suðuroynna og flyta øll fólk í Suðuroynni til Havnar ella av landinum.
2. viðgerð ónsdagin
Løgtingið fer ónsdagin at viðgera uppskotið um at projektera og bjóða út Suðuroyartunnilin. Viðgerðin fevnir ikki um lántøku til Suðuroyartunnilin ella um at tað verður farið undir at bora Suðuroyartunnilin í næstu viku.
Dennis Holm
løgtingslimur fyri Tjóðveldi