Reyði Krossur letur 500.000 kr í neyð-hjálp til Myanmar

Nýggj nevnd varð vald á árliga aðalfundinum hjá Reyða Krossi Føroya í dag. Nakað av fólki møtti upp til fundin, sum varð hildin í høvuðsbygninginum hjá Reyða Krossi í Stiðjagøtu 6 í Havn. 

Tíðindaskriv:

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis: 

 

Jóannes Eidesgaard, formaður, Torfinn Højgaard, næstformaður, Mary-Ann Thomsen, kassameistari, Fía Niclasen, nevndarlimur, Tommy Petersen, nevndarlimur, Eyrith Guttesen Leyni, tiltakslimur og Tórgerð Jallgrímsdóttir, tiltakslimur.

 

Ársfrágreiðingin varð løgd fram á fundinum. Greitt varð frá nógva og ymiska virkseminum hjá Reyða Krossi um alt landið. Síðan varð roknskapurin fyri árið í fjør lagt fram. At enda varð lagt fram, hvørji hjálparátøk úti í heimi Reyði Krossur hevur latið pening til í 2024. 

 

##med3##

 

Harumframt gjørdi nevndin av – beint fyri fundin - at lata 500.000 krónur í neyðhjálp til Myanmar beinavegin. 

 

Myanmar varð rakt av ógvusligum jarðskjálvta fyrradagin, tann 28. mars, og framvegis liggja børn og vaksin fangað undir húsaleivdum. Tað hevur tískil alstóran týdning, at neyðhjálpin kemur fram sum skjótast. 

 

##med2##

 

Les ársfrágreiðingina her 

 

Reyði Krossur Føroya