Tað var klokkan 14:29 í gjár, at løgreglan fekk fráboðan frá einum ribbáti, sum var farin at leka. Báturin var staddur við Trøllkonufingur, tá fráboðanin kom.
Við í bjargingartiltakinum vóru Rescue Sverri, Tyrlan Rescue HIH, Krosstindur og Grønhólmur, Politi, MRCC Tórshavn, skrivar Vørn.
Rescue Sverri lensaði bátin, tók tey trý fólkini úr bátinum og sleipaði hann á Miðvág.