Tað er vár, og hetta er samstundis tíðin, tá fiskurin hevur rogn.
Í hesum sambandi høvdu tey á Fiskamarknaði Føroya í vikuni eina fráboðan frá fiskakeyparum og landingarmiðstøðum kring landið.
Her verður heitt á skip og bátar um ikki at blanda toskarogn, upsarogn og longurogn saman.
Lagt verður aftrat, at tað eisini er best, um rognini eru í rognaposum.
- Tað verður ikki góðtikið at hava rognini í plastposum, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.