Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby ferðaðust í dag til Eskilstuna fyri at spæla dyst móti Guif í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í fyrra hálvleiki smurdi Hallby heimaliðið av. Í steðginum var Hallby á odda heili 19-8.
Í seinnu helvt av seinna hálvleiki tódnaði leiðslan hjá Hallby, men teir sluppu so heimaftur við einum 30-27 sigri, og hava fult stigatal aftaná tveir teir fyrstu dystirnar.
Rói skoraði tvey mál og legði upp til fleiri mál hjá sínum viðleikarum.
Hallby hevur saman við AMO, Sävehof og Hammarby fýra stig í oddinum í deildini.
Komandi hóskvøld spælir Hallby móti uppflytarunum, Karlskrona á útivølli.