Ein av hvassastu atfinnarum at landsins myndugleikum, sum eingi stig enn hava tikið ímóti Russlandi fyri innrásina í Ukraina, er Brynhild Thomsen, journalistur.
Á flaggdegnum hevði hon hvassar viðmerkingar í flaggrøðu í Runavík, og á Facebook í kvøld loysir hon eisini frá posabandinum:
– Also, hvat hugsa okkara føroysku myndugleikar fyri sær? Hetta eru russisk skip, sum dusa sær við kaj í kvøld og halda slíkan gang, at okkara borgarar blíva sjúkir av teimum, skrivar hon.
Lesið eisini flaggørðuna hjá Brynhild Thomsen
– Okkara sameindu stríðast og rinda dýrt - milliardir - í krígnum móti Russlandi, sum drepur frá hond í Ukraina. Føroyar spæla ikki bara fríspæl og floyta á solidaritet við síni sameindu, men lata okkara borgarar liggja svøvnleysar og sjúkar av gangi frá russiskum skipum við okkara kajir, meðan teirra land setir allan heimin í váða av kríggi. Beint nú. Í kvøld. Eftir 63 samdøgur av russiskari teppibumbing og terrori í Ukraina.
##med2##
– Hvat í himmalsins navni gera okkara myndugleikar? Drekka kaffi við Hanus Hansen, Anfinn Olsen og Mortan Johannesen?
– Gerið tað rætta, for tramin, er áheitanin hjá Brynhild Thomsen.