Í nátt og í morgun hevur Russland lopið á í minsta lagi seks ukrainskar býir við dronum og rakettum.
Millum býirnar, sum hava verið fyri álopum, eru eitt nú høvuðsstaðurin, Kyiv, næst størsti býur landsins, Kharkiv og býurin, Kherson.
Norska kringvarpið NRK veit frá útlendskum miðlum at siga, at í minsta lagi tvey fólk hava latið liv, og 21 eru særd.
Tað er ikki óhugsandi, at hesi tøl fara at broyast, sum morgunin gongur.
Í morgun verður sagt, at tvey fólk hava latið lív í býnum, Kherson, har suðuri í Ukraina.
Kherson var leingi undir russiskum ræði, men tað hevur eydnast ukrainska herinum at taka býin aftur frá Russlandi.
Síðan russiski herurin varð rikin úr Kherson, hevur býurin javnan verið fyri russiskum álopum.
Guvernørurin í Kherson, Oleksandr Prokudin, sigur, at tað vóru tveir menn, sum lótu lív, tá eitt íbúðarøki í býnum varð rakt.
- Haraftrat vórðu fimm fólk særd í álopinum, leggur hann aftrat.
Í høvuðsstaðnum, Kyiv, elvdu álopini til, at fleiri býarpartar mistu el og vatn, og her vórðu í minsta lagi sjey fólk særd.
Smbært borgarstjóranum í Kyiv, Vitalij Klitsjko, er eisini eitt barn millum tey særdu, ein níggju ára gomul genta.
Tey særdu í álopunum á høvuðsstaðin vórðu rakt av vrakleivdum av dronum, sum ukrainska verjan skeyt niður.
- Kyiv yvirlivdi enn eitt náttarálop frá russisku barbarunum, skrivar borgarstjórin í Kyiv, Vitalij Klitsjko, á boðtænastuni, Telegram.