Samrøður kunnu gerast grundarlag undir avtalu

Vitjanin hjá ungarnska forsætisráðharranum í Ukraina kom longu dagin eftir, at Ungarn tók við formansskapinum í ES.

Sum vit hava hoyrt í dag, kom ungarnski forsætisráðharrin, Viktor Orban, á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum í dag. 

 

Her hevur hann hitt ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij. 

 

Viktor Orban hevur funnist at stuðulspakkunum, sum vesturheimurin hevur latið Ukraina, síðan Russland gjørdi innrás í landið í februar fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

The Guardian veit at siga, at vitjanin hjá ungarnska forsætisráðharranum í Ukraina kom longu dagin eftir, at Ungarn tók við formansskapinum í ES.

 

- Tað líkar fleiri ES-politikarum illa, at formansskapurin í ES nú fer at liggja í hondunum á Ungarn næsta hálva árið, veit The Guardian at siga.

 

Á Facebook skrivar Viktor Orban fyri fundin við Zelenskij, at við formansskapinum vil Ungarn geva sítt íkast til at loysa avbjóðingar, sum liggja fyri framman í ES.

 

Á felags tíðindafundi eftir sínámillum samrøður segði ukrainski forsetin, at samrøðurnar kunnu gerast grundarlag undir einari framtíðaravtalu millum Ukraina og Ungarn.