VIDEO: Týskland smurdi Tunesia av í HM-millumbólki 1

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Týskland-Tunesia 31-19 (18-8)

 

 

Týskland vann greitt seinasta dystin í HM-millumbólki 2 í Boxen í Herning.

 

Í kvøld vann Týskland 31-19 á Tunesia, og fekk harvið eina góða upphiting til HM-fjórðingsfinaluna móti Portugal, ið komandi mikudag verður spæld í Unity Arena høllini í Bærum uttanfyri Oslo.

 

Tað lá serliga væl fyri hjá týskarunum í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Týskland á odda heili 18-8.

 

David Späth í týska málinum stórspældi. Hann bjargaði heili 53 prosent av málroyndunum. Marko Grgic gjørdi tað eisini framúr við at skjóta 11 mál fyri Týskland. 

 

Danmark hevur við 10 stigum vunnið bólkin. Týskland verður nummar tvey við átta stigum. Sveis er nummar trý við fimm stigum. Italia hevur fýra stig á fjórða plássinum, og Kekkia er nummar fimm við trimum stigum. Tunesia endar aftast í bólkinum við ongum stigi.

 

Týskland-Tunesia 31-19 (18-8)

 

Toppskjúttar Týskland: Marko Grgic 11, Lukas Zerbe 6, Justus Fischer 5, Luca Witzke 3. 

 

Toppskjúttar Tunesia: Rayen Zariat 4, Mohamed Frad 3, Achraf Margheli 3.

 

HER ber til frá týsku rásini ZDF at síggja ein samandrátt frá dystinum millum Týskland og Tunesia:

 

##med2##