VIDEO: Soleiðis vann Danmark HM-millumbólk 1 við fullum stigatali

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Kekkia-Danmark 22-28 (10-12)

Danmark fekk góða mótstøðu frá Kekkia í Boxen í Herning, men við stórum avrikum hjá Emil Nielsen í málinum, ið bjargaði 52 prosent av málroyndunum, og framúr avriki hjá Mathias Gidsel, ið skoraði 10 mál bar tað heim hjá Danmark.

 

Í fyrra hálvleiki var tað tungt hoyggj hjá Danmark at skora móti Tomáš Mrkva í kekkiska málinum. Kekkiska verjan stóð eisini framúr væl. Danmark var á odda 12-10 í steðginum. Tað loysnaði tó munandi í seinna hálvleiki, og tað endaði við einum rættiliga greiðum 28-22 sigri til Danmark.

 

Jóhan á Plógv Hansen skoraði eitt gott mál, men brendi tíverri eitt brotskast.

 

Danmark hevur við 10 stigum vunnið HM-millumbólk 1 við fullum stigatali.

 

HER  ber til frá týsku rásini ARD at síggja ein samandrátt frá dystinum.

 

Kekkia-Danmark 22-28 (10-12)

 

Toppskjúttar Kekkia: Daniel Blaha 5, Lukas Morkovsky 3, Dominik Solak 3, Martin Rakousky 3, Matej Havran 3.

 

Toppskjúttar Danmark: Mathias Gidsel 10, Simon Pytlick 6, Emil Jakobsen 4, Jóhan á Plógv Hansen 1.