Skrúvuguðstænasta í Hoyvík

Tíðindaskriv:

 

Mikukvøldið 26. mars kl. 17.30 verður aftur skrúvuguðstænasta í Hoyvíkar kirkju.

Prestur fortelur eina bíbilsøgu, og síðan verður farið í Kirkjukjallaran til eina máltíð.

Skrúvuguðstænastan er síðsta mikudag í hvørjum mánaði, og er við tíðini blivið eitt sera vælumtókt tiltak í kirkjuni.

Øll eru vælkomin!