Skulu vinna sjóvarfalsorku úr Vestmannasundi

SEV hevur gjørt eina avtalu við svensku fyritøkuna Minestu um at seta tveir sonevndnar sjóvarfalsdrekar upp í Vestmannasundi. Hetta eru turbinur, sum eru festar í botn við einum veiri og so flóta uppi í sjónum, meinlíkt einum dreka, sum flýgur við vindinum.

 

Fyrri drekin skal setast upp í 2019 ella tíðliga í 2020 og seinni í 2020, sambært Minesto. Orkuframleiðslan hjá drekunum er mett at vera 100kW hvør.

 

Drekarnir eru ein turbina, sum er fest undir ein vong. Drekarnir flóta so í einum áttatalsmynstri, sum økir um streymin gjøgnum turbinuna. Við at flyta seg í hesum áttatalsmynstrinum og ávirkanini frá streymin, flytir drekin seg nógv skjótari enn streymferðin og kann tí framleiða meiri streym enn fastar turbinur.

 

Ein stuttfilmur um sjóvarfalsdrekarnar er at síggja omanfyri.