Tað hevur verið ein góður dagur í Gøtu, tó at mjørkin hevur ligið tungur oman á bygdini.
Nú er hann horvin úr dalinum, hýrurin á fólki er góður og róligur, og alt leggur upp til eina gandaða nátt.
##med2##
Dagurin hevur boðið nógv gott – ikki minst konsertirnar hjá Lyoni Hansen og gretu svabo á Spæliplássinum. Danny & the Veetos góvu eitt flott og gjøgnumført show á Sandinum, og í løtuni ljómar Emilíana Torrini á Spæliplássinum. Fjósið hevur verið stúvstappað allan dagin, og eg havi onga konsert hoyrt har, sum eg annars ætlaði: Öð og Lívia Mattos hevði eg serliga glett meg til.
Fyri framman eru serliga Eivør, Nusantara Beat og Ebbb, sum eg gleði meg til.
Lagt er upp til eitt minnisríkt kvøld á miðlingadegi G! festivalsins 2025.