Snúningarnar eru títtar í NSÍ málmaskinuni

Fimm ymiskir málskjúttar vóru í dag, tá ið TB legði rygg til eitt stórt tap aftrat

Mynd: NSÍ

Stigatalvan sigur, at tað stendur so væl til hjá NSÍ, sum tað ber til at gera. Í dag vann NSÍ 5-1 á útivølli ímóti TB. Eftir fimm umfør er úrtøkan framvegis full. NSÍ er topplið við 15 stigum, og NSÍ hevur skorað 27 mál. Næstflest mál hava HB og KÍ skorað – ávikavíst 14 og 12. Málmunurin hjá NSÍ er +22.

 

Saman við NSÍ hevur KÍ fulla úrtøku. Fyrsta innanhýsis uppgerðin teirra millum verður fríggjakvøldið 9. mai klokkan 20, tá ið KÍ í 9. umfari verður gestur í Runavík.

 

Mánakvøldið var tað vónbrot fyri teir gulu og svørtu, tá ið teir í Gøtu vórðu varpaðir úr steypakappingini.

 

Í dag reistu teir seg væl og virðiliga. Snúningarnar í málmaskinuni vóru, sum tær hava verið undanfarnu ferðirnar í landskappingini. Hálvleiksstøðan var 3-0, og merkisvert var tað, at tað vóru fimm ymiskir málskjúttar, og at toppskorarin yvir allar aðrar ikki var millum teirra. Klæmint A. Olsen fór av vøllinum í 65. minutti, tá ið eingin vandi var fyri, at hann og liðfelagarnir ikki fóru at hava øll stigini í viðførinum norður aftur.

 

Steffan A. Løkin setti hol á í 26. minutti og Aron Knudsen økti um munin til 2-0 í 35. minutti. Hann var fyrstu ferð í ár millum ellivu teir fyrstu mánakvøldið í steypadystinum í Gøtu, tá ið hann legði NSÍ á odda, og aftur í dag var hann málskjútti.

 

Ein minutt undan hvíldini økti Petur Knudsen um munin til 3-0. Hetta var fimta málið hjá honum í landskappingini í ár.

 

Umframt Klæmint A. Olsen vóru Beinir Nolsøe og Aron Knudsen skiftir út miðskeiðis í seinna hálvleiki.

 

Í 66. minutti minkaði Samudeen Musah um munin til 3-1. Higartil í ár hevur TB skorað fýra mál, og hetta var triðja málið hjá Samudeen Musah.

 

Jann J. Benjaminsen økti um munin til 4-1, og stórar tíggju minuttir undan leikloki var tað innskifti Jasper Van Der Heyden, sum staðfesti rimmar NSÍ sigurin.

 

-Vit mugu bara staðfesta, at NSÍ eigur eitt væl betri fótbóltslið, enn vit í løtuni eiga, segði Páll Eirik Djurhuus hjá TB í samrøðu við FM1.

 

Hósdagin verður lyklauppgerð við Stórám í Trongisvági, tá ið TB fær vitjan av 07 Vestur.

 

-Hetta er sera hugaligt. Tað gongur væl á miðvøllinum og í álopinum, og so mugu vit ikki gloyma verjupartin, sum riggar heilt væl, sigur Brandur H. Olsen, sum var á NSÍ liðnum allan dystin á tamb.

 

Skírisdag fær NSÍ vitjan av FC Suðuroy.

 

##med2##

 

Hýrurin var góður millum mongu NSÍ fjeppararnar í góðveðrinum við Stórá í dag. Mynd: NSÍ Fjepparar

 

Mynd: NSÍ