- Í løtuni eru fýra partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og tvey fiska gulllaks.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tríggir eru á Íslandsrygginum, har teir fáa mest av toski.
- Tveir landa væntandi í næstu viku, og tann triði landar helst í aðru viku.
Lagt verður aftrat, at ein djúpvatnstrolari er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva, og tveir frystitrolarar fiska svartkalva í føroyskum sjógvi.
Av teimum smáu trolbátunum er ein á landleiðini, har teir fáa mest av flatfiski og toski. Tveir eru norðanfyri og fáa mest av toski, hýsu og flatfiski.
- Væntandi koma allir trolbátarnir inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.
Trý garnaskip fiska svartkalva og hava brúkiligan fiskiskap.
- Eitt garnaskip fiskar havtasku, og væntandi koma øll garnaskipini inn at landa í næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.